Ein býtúrur saman við føroyingum gav eysturríkarum hugskot til felagssang

bannari
Ein býtúrur saman við føroyingum gav eysturríkarum hugskot til felagssang
Føroysku hondbóltsmenninir eru orsøk til, at eysturríkar feiraðu javnleikin móti Spania við at syngja sangin "I Surrender" hjá danska bólkinum Saybia
Fegnir eysturríkar eftir javnleikin móti Spania, ið tryggjaði teimum víðari luttøku og sendi hondbóltsstórtjóðina út úr EM
Mynd: kolektiff/Eva Manhart  
 
17.01.2024 - 18:01

Danir hava undrað seg yvir, at eysturríska manslandsliðið í hondbólti feiraði javnleikin móti Spania við EM-endaspælið við sanginum "I Surrender" hjá danska bólkinum Saybia. 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Dyn Handball (@dynhandball)

 

Hvussu ólukkan rungar ein danskur sangur frá 2004 inni í umklæðingarrúminum hjá eysturríkarum í 2024?

Jú, søgan er heilt einfalt tann, at hugskotið at syngja "I Surrender" sum felagssang fingu eysturríkar frá einum býtúri saman við føroysku hondbóltsmonnunum. 

 

Stolið hugskotið frá føroyingum

Eysturríski landsliðsleikarin Tobias Wagner sigur, sambært danska TV2, at tað er rættiliga tilvildarligt, at teir syngja júst "I Surrendar" hjá Saybia.

Hugskotið spretti seinasta vár eftir avgerandi landsdystin millum Eysturríki og Føroyar í Bregenz í Eysturríki, greiðir Tobias Wagner frá. 

"Hóast vit vunnu dystin, so vunnu Føroyar sær eisini luttøku fyri fyrstu ferð í einum EM-endaspælinum hendan saman dagin. Vit fór á barr eftir dystin at drekka ein øl ella tvær saman við føroysku leikarunum. Brádliga fóru føroyingarnir upp til plátuvendaran og søgdu, at teir vildu hoyra júst hendan sangin. Og brádliga stóðu 35 mans og sungu "I Surrender", so hugskotið hava vit stolið frá føroyingunum."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053