Taka ikki undir við at hækka pensjónsaldurin

Taka ikki undir við at hækka pensjónsaldurin
35 prosent av teimum spurdu taka ikki undir við at hækka pensjónsaldurin, og 16 prosent halda, at pensjónsaldurin eigur at vera lægri enn 67 ár
Spyr.fo hevur gjørt kanning um pensjónsaldur fyri Kringvarpið.
 
18.01.2024 - 15:55

Føroyingar taka ikki undir við tilmælinum hjá Búskaparráðnum um at hækka pensjónaldurin.

Tað vísir ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Í kanningini eru 500 fólk spurd, hvat tey halda, at pensjónaldurin skal vera. 

Til spurningin: "Nær heldur tú, tað er hóskandi hjá tær at pensjónerast?"  svara 35 prosent, at tey halda, at 67 ár er hóskandi. 

Sostatt taka tey hvørki undir við verandi gongd, har pensjónaldurin tey næstu árini hækkar upp í 68 ár, ella ætlanini hjá Búskaparráðnum, um at pensjónaldurin frá 2035 skal hækka eitt ár fimta hvørt ár. 

 

Tey spurdu svara soleiðis:

 

21 prosent taka undir við, at pensjónsaldurin verður 70 ár, meðan umleið 10 prosent taka undir við, at pensjónsaldurin verður uppaftur hægri.

16 prosent av teimum spurdu svara, at tað hevði verið hóskandi at farið á pensjón, áðrenn tey vera 67 ár. 

500 fólk vóru spurd í kanningini. 

 

Býtt á kyn:

 

Býtt á aldur:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938