Treytaleysa fongulsrevsing fyri at smugla kokain

Treytaleysa fongulsrevsing fyri at smugla kokain
Annar av teimum dømdu skeyt alt fyri eitt dómin inn fyri Landsrættin
Ein 29 ára gamal føroyingur er longu dømdur í málinum, og hann fekk eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing. (Savnsmynd)
 
19.01.2024 - 08:34

Føroya rættur dømdi í gjár tveir danir í einum rúsevnismáli.

Teir vóru ákærdir fyri at hava verið við til at smugla 87 gramm av kokaini til Føroya í september í fjør.

Annar maðurin fekk eitt ár og tveir mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hann umhugsar nú, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.

Hin maðurin fekk eitt árs treytaleysa fongulsrevsing. Hann avgjørdi at skjóta dómin inn fyri Landsrættin alt fyri eitt.

 

Føroyingur eisini dømdur í málinum

Ákæruvaldið vil lesa dómin, áðrenn støða verður tikin til kæruspurningin.

Ein 29 ára gamal føroyingur er longu dømdur í málinum. 

Hann fekk eitt eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing.

Føroyingurin var í Føroya Rætti dømdur fyri at hava smuglað 87 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hassi.

Hann játtaði seg sekan, og málið var tí viðgjørt sum eitt játtanarmál.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366