Tingið viðger ov høgar prísir og ov stóran vinning í dag

Tingið viðger ov høgar prísir og ov stóran vinning í dag
Kappingarlógin er á dagsskránni hjá løgtinginum í dag
Kappingareftirlitið skal hava fleiri heimildir, heldur landsstýrið.
 
25.01.2024 - 07:09

Kappingarlógin er á dagsskránni hjá løgtinginum í dag.

Endamálið hjá landsstýrinum við uppskotinum um broytingar er at útvega Kappingareftirlitinum fleiri amboð at fremja virkna kapping. 

Kappingareftirlitið fær loyvi til at gera marknaðargreiningar, millum annað, tá ábendingar eru um, at kappingin ikki virkar, so prísir eru høgir og vinningur stórur.

Kappingareftirlitið kann at geva boð um, at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir ella vinningar. 

Men fyrst eru munnligir fyrispurningar á skránni hjá tinginum í dag.

Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.

Tingfundur verður so ikki aftur fyrr enn 13. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329