Fult tunnilsgjald tarnar tænastu

Fult tunnilsgjald tarnar tænastu
Tað avmarkar møguleikarnar hjá Strandfaraskipum landsins at geva betri tænastu, tí gjaldast skal fult gjald fyri hvønn buss, sum brúkar undirsjóvartunlar
Kanska vera fleiri túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin í summarferðaætlanini.
 
26.01.2024 - 06:39

Tað avmarkar møguleikarnar hjá Strandfaraskipum landsins at geva betri tænastu, tí gjaldast skal fult gjald fyri hvønn buss, sum brúkar undirsjóvartunlar.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um fleiri bussferðir úr Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Strandferðslan er tó í teirri støðu, at sáttmálabundnar útreiðslur við bussveitarar gera, at um fleiri túrar verða koyrdir gjøgnum Eysturoyartunnilin, er neyðugt við størri játtan.

Annars er neyðugt at skerja nógv leið 400 millum Norðurøkið og Tórshavn umvegis Sundalagið,

Strandferðslan sigur, at leið 400 er mest nýtta leiðin hjá Bygdaleiðum.

16 leiðir eru knýttar at leið 400. 

Summarferðaætlan

Strandfaraskip landsins fyrireika summarferðaætlanina. 

Millum annað er ætlanin at fáa fleiri túrar á leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn. 

Í fjør høvdu Bygdaleiðir 521.125 ferðafólk, tað mesta síðani 2014.

Tey vóru 480.901 í 2022.

Meðan grannalondini hava havt stórar avbjóðingar við at fáa ferðafólkatalið í felagsferðsluni aftur á sama stig sum fyri korona, hevur gongdin hjá Bygdaleiðum verið betri, sigur Dennis Holm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522