Gjøld verða býtt millum kommunur, jarðareigarar og bygdina

Gjøld verða býtt millum kommunur, jarðareigarar og bygdina
Uppskotið um gongd í haga er farið til hoyringar
Hogni Hoydal, landsstýrismaður, á tíðindafundi fyrrapartin, tá hann greiddi frá uppskotinum, sum nú er farið til hoyringar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2024 - 11:03

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sent uppskot um gongd í haga til hoyringar.

Sambært uppskotinum skulu øll ferðafólk, turistar, gjalda náttúrugjald, tá tey koma til Føroya.

Gjaldið verður 150 kr.

Uppskotið kan lesast her.

Gjaldið verður býtt millum kommunurnar, jarðareigarar/brúkarar og bygdina.

Kommunurnar fáa helvtina, og jarðareigarar og bygdin fá 25 prosent í part.

Loyvt verður ikki at hava gjaldsportur.

Vinnumálaráðið sigur soleiðis um uppskotið:

 

Endamálsorðing

Lógin hevur sum fyrstu grein hesa endamálsorðing:

  • 1. Ferðavinna skal í øllum lutum skipast á burðardyggum grundarlagi til tess at tryggja fólkaræði, frælsi, trivnað, inntøkur og vinnumøguleikar hjá fólkinum kring landið við at

1) verja náttúru, tilfeingi og siðvenju,

2) styrkja staðbundin samfeløg, mentan og mentanararv,

3) styrkja samstarv millum ferðavinnu og aðrar vinnur, og við at

4) kunna um, hvussu farast skal fram í náttúruni, og hvussu ferðavinnan er skipað.

Stk. 2. Reglur, fyriskipanir, avtalur o.a. framt eftir hesi løgtingslóg skulu miða eftir at røkka hesum málum.

 

Fýra høvuðstættir

Fyri at røkka málunum, er lógin bygd um fýra høvuðstættir:

  1. Øll ferðafólk (turistar) gjalda eitt náttúrugjald við komu til Føroya:
    • Hetta verður býtt (við tólum at telja, hvar ferðafólk eru í landinum) við:
    • 50% til kommunurnar, 25% til jarðareigarar/brúkarar og 25% til bygdina.
    • Øll verða upplýst um reglur og skyldur at kunna seg og halda reglurnar.

 

  1. Frælsi við ábyrgd og skyldum og lokalum fólkaræði:
  • Við teimum avmarkingum og skyldum, sum eru í lógini, er frítt at ferðast og njóta náttúrunna.
  • Kommunurnar skulu gera ferðavinnuætlan fyri sítt øki í samráð við heimafólkið og tey, ið reka landbúnaðarvirksemi.
  • Ferðavinnuætlanin skal áseta: Hvar kann gangast. Hvar kann ikki farast av trygdar- ella verndarávum. Hvar krevst ferðaleiðari, herundir lokalur ferðaleiðari. Um neyðugt er at avmarka tal av ferðafólki á ávísum leiðum og plássum, í tíðarskeiðum o.a. Ætlanirnar skulu góðkennast av landsstýrinum.
  • Kommunurnar fáa skyldu at halda bygdagøtur og halda/gera aðrar almennar gøtur, parkering, vesi og renovasjón, skelta o.s.fr.
  • Ongi gjaldsportur eru loyvd.
  1. Handilslig ferðavinna – skipaðir túrar fyri gjald:
  • Tá ið talan er um handilsliga ferðavinnu – har skipaðir túrar eru fyri gjald, er krav um avtalu við jarðareigarar/-brúkarar. Standardavtala minstakrav. Hetta gevur eisini møguleika at menna samstarvið millum ferðavinnu og landbúnaðin.
  1. Skyldur at halda reglur, upplýsa og kunna seg – og revsireglur:
  • Herundir ásetir lógin, hvussu fráboðast skal um fjallgongu, haruskjóting, náttúruverndartiltøk o.a., har fólk hava skyldu at kunna seg, nær ikki kann farast í ávísu plássini.

 

Hoyr samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Høgna Hoydal í útvarpstíðindunum: 

 

26012024_Hogni_Hoydal_gongd_i_haga

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519