Ákærdur fyri óviljað manndráp

Ákærdur fyri óviljað manndráp
Málið kemur fyri í Føroya rætti í næstu viku
Ein maður er ákærdur fyri óviljað manndráp og fyri at koyra ávirkaður av hassji. (Savnsmynd)
 
26.01.2024 - 13:41

Ferðsluvanlukkan í Havn um kvøldið 19.august í 2022 verður viðgjørd í Føroya rætti í næstu viku.

Ein maður í sjeytiárunum, hann var føddur í 1947, doyði, tá hann var árendur í Jóannesar Paturssonargøtu, tætt við Vesturkirkjuna.

Ein maður, sum tá var 18 ár, er ákærdur fyri óviljað manndráp og fyri at koyra ávirkaður av hassji.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775