Nú kemur niðurstøða um kommunusamanlegging í Suðuroy

Nú kemur niðurstøða um kommunusamanlegging í Suðuroy
Ein arbeiðsbólkur hevur í meira enn eitt ár kannað fyrimunir og vansar við samanleggingini
Hetta er arbeiðsbólkurin, sum hevur viðgjørt spurningin um kommunusamanlegging í Suðuroy.
 
31.01.2024 - 12:37

Arbeiðsbólkurin, sum var settur fyri umleið einum ári síðani at kanna fyrimunir og vansar við sjálvbodnari kommunusamanlegging í Suðuroynni, nærkast nú eini niðurstøðu.

Tað sigur Róin Schrøter í Hvalba, sum er formaður í bólkinum.

Hann vil tó ikki gera bandaða samrøðu, tí niðurstøðan er ikki endaliga liðug enn, men verður tað væntandi um fáar dagar.

Og áðrenn hann fer at siga nakað alment, skulu kommunustýrini síggja niðurstøðuna hjá bólkinum. 

Hann vil tó siga so mikið, at tað bæði eru fyrimunir og vansar við eini kommunusamanlegging, men ikki um tað eru fleiri fyrimunir enn vansar, ella øvugt.

 

Róin Schrøter hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. (Savnsmynd)

 

Allar kommunur ikki við

Tað var 6. september 2022, at Tvøroyar býráð samtykti einmælt at heimila Kristini Michelsen, borgarstjóra, at taka stig til at skipa fyri fundi við allar borgarstjórarnar í Suðuroynni, at viðgera uppskot um sjálvbodna kommunusamanlegging í oynni. 

Tvøroyrar býráð mælti til, at allar kommunurnar valdu limir í ein arbeiðsbólk, sum skuldi fremja lýsing av hvørjari kommunu sær, av fyrimunum og vansum við sjálvbodnari kommunusamanlegging. 
 
Síðani viðgjørdu øll sjey kommunustýrini í Suðuroynni uppskotið, men við ársenda 2022 høvdu bert Hvalbiar-, Fámjins- og Tvøroyrar kommunur samtykt at velja limir í arbeiðsbólkin.

Sostatt kom arbeiðsbókurin bert at fevna um tær tríggjar kommunurnar í Suðuroyar norðaru helvt.

Umboðini í bólkinum eru umframt Róin Schrøter, Ólavur Rasmussen, sum eisini umboðar Hvalbiar kommunu, Dorit Bjarkhamar og Herit Albinus vegna Tvøroyar kommunu, og Eyðdis Ellendersen og Niels Jacob Nielsen, sum umboða Fámjins kommunu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791