Uppskot um færri næmingar í flokkinum fær av at vita

Uppskot um færri næmingar í flokkinum fær av at vita
Uppskotið hjá landsstýrinum kann gera størri skaða enn gagn, sigur Kommunufelagið
Um ikki játtan er í fíggjarlógini til ein lærara fyri hvørjar 20 næmingar, so kann tað gera tað sama, hvat stendur í fólkaskúlalógini, sigur Kommunufelagið.
 
07.02.2024 - 08:33

Kommunufelagið ivast stórliga í, um neyðugt er at broyta fólkaskúlalógina fyri at røkka einum politiskum máli um, at fleiri vaksin skulu vera um skúlabørnini. 

Sannlíkt kann sama endamál røkkast við at tillaga landsins játtanarskipan til fólkaskúlan. 

Landið kann sostatt raðfesta, at tað til dømis skal vera játtan til ein lærara fyri hvørjar 20 næmingar. 

Um ikki játtan er í fíggjarlógini til ein lærara fyri hvørjar 20 næmingar, so kann tað gera tað sama, hvat stendur í fólkaskúlalógini.

 

Fær av at vita

Uppskotið hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um at hava í mesta lagi 20 næmingar í hvørjum flokki í fólkaskúlanum fær av at vita frá Kommunufelagnum í drúgvum hoyringarskrivi.

Felagið sigur, at tað, sum landsstýrið skjýtur upp, er ikki í samsvari við endamálið, sum uppskotið sambært viðmerkingunum hevur. 

Uppskotið kann gera størri skaða enn gagn, sigur Kommunufelagið.

Áðrenn uppskotið verður lagt fyri tingið, eigur landsstýri at tryggja, at samsvar er millum endamál og lógartekst. 

 

Kommunufelagið hevur skrivað hoyringarskriv um uppskotið hjá landsstýrinum at hava í mesta lagi 20 næmingar í flokkinum í fólkaskúlanum. (Savnsmynd)

 

Íløgur í eldraøkið

Kommunufelagið sigur, at alt bendir á, at kommunurnar komandi nógvu árini skulu leggja størsta partin av íløguorku síni í eldraøkið og kommunalu heilsutænasturnar. 

- Hetta uppskotið kann bera í sær, at kommunurnar mugu flyta íløgurnar frá eldraøkinum við stórum og aktuellum tørvi til eitt skúlaøki við avmarkaðum framtíðartørvi, sigur Kommunufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815