Mál um viðbøtur til starvsfólk seinkar dialysuviðgerð

Mál um viðbøtur til starvsfólk seinkar dialysuviðgerð
Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum arbeiðir við at finna eina loysn á dialysuviðgerðini í Suðuroy
Dialysutólini hava staðið klár á Suðuroyar sjúkrahúsi síðani í september í fjør. (Savnsmynd)
 
09.02.2024 - 11:41

Málið er steðgað upp, millum annað tí ógreitt er, hvørjar viðbøtur sjúkrarøktarfrøðingar skulu hava í samband við ferðing millum Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús í arbeiðsørindum. 

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, váttar fyri Kringvarpinum, at felagið er komið upp í málið. Hon hevur tó ikki fleiri viðmerkingar. 

Dialysutólini hava staðið klár á Suðuroyar sjúkrahúsi síðani í september í fjør. 

 

Hava fingið upplæring

Fyri skjótt tveimum mánaðum síðani, hálvan desember, vóru tríggir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru settar í starv at veita dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, lidnar við upplæring í Danmark at brúka tólini og kunna fremja viðgerðina. Tær hava eisini fingið arbeiðsroyndir á dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum í Havn.

Í september í fjør segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, at hann vónaði, at tað fór at bera til at veita dialysuviðgerða á Suðuroyar sjúkrahúsi um ársskiftið. 

Men framvegis mugu suðuroyingarnir ferðast til Havnar at fáa neyðugu viðgerðina.

Hvørki Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ella Steinar Eirikstoft vilja úttala seg um málið enn, men ætlanin er at koma við kunning seinnapartin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329