- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nato fær nýggjan aðalskrivara í hesum ársfjórðinginum
- Um stutta tíð kann vera greitt, hvør verður nýggjur aðalskrivari í Nato.
Tað sigur Julianne Smith, sum er Nato-sendifólk fyri USA.
Á talgildum tíðindafundi í gjár segði Smith, at hon væntar, at avgerðin verður tikin í fyrsta ársfjórðingi í ár.
- Vit eru altrá eftir at koma á mál, segði sendikvinnan, sum tó ikki vil siga, hvør hon heldur tað verður.
Hollendski politikarin, Mark Rutte, er í uppskoti at at gerast nýggjur Nato-aðalskrivari. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Mark Rutte í uppskoti
Men spurd beinleiðis, um tað verður hollendski Mark Rutte, sigur hon, at hann er eitt gott boð.
- Vit hava tosað við hann, og hann hevur víst áhuga fyri starvinum, sigur Smith.
Jens Stoltenberg fer frá í heyst eftir at hava verið ovasti leiðari í Nato í 10 ár.
Ukraina fær ikki limaskap enn
Spurd, um Ukraina kann vænta sær innbjóðing at gerast limur í Nato á fundinum hjá verjusamgonguni í Washingon í juli, sigur Smith, at tað væntar hon ikki.
Men hon sigur, at arbeitt verður við ítøkiligum stigum, sum Ukraina má taka, áðrenn landið kann koma upp í samgonguna.
- Vit hava arbeitt sera hart síðani toppfundin í Vilnius í fjør at seta í verk ymisk stig, sum skulu hjálpa Ukraina við neyðugum nýskipanum, so at tey koma nærri eini euro-atlantiskari integratión, sigur Julianne Smith.