Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dania er á odda í FMA-tilnevningum
Dania er á odda í FMA-tilnevningum
Tilnevningarnar til FMA-heiðurslønirnar, ið skulu handast 9. mars, eru nú almannakunngjørdar, og tær endurspegla, at 2023 var eitt gott og virkið ár hjá Daniu O. Tausen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.02.2024 - 12:20
9. mars verður Faroe Music Awards (FMA) í Norðurlandahúsinum, tá føroyska tónleikaumhvørvið heiðrar bestu føroysku tónleikaavrikini í 2023.
Í hesum sambandi høvdu Tónleikasamband Føroya og Norðurlandahúsið bjóðað til tíðindafund, har tey tilnevndu til "Ársins útgávu", "Ársins lag" og "Ársins eksperimentalla útgávu" vórðu avdúkað.
Dania O. Tausen gongur á odda í FMA-tilnevningum, tí hon er tilnevnd til ársins útgávu bæði fyri sína egnu plátu "ja/nei - og restin av vikuni" og "Døgurðaslang" saman við Aggrasoppum.
Harumframt er sangurin hjá Daniu "kann eg hava armin soleiðis her" eisini millum sangirnar, sum eru tilnevndir til ársins lag, og so kann hon eisini vinna ársins myndlistarligi samleiki fyri útgávukonsert, tónleikastuttfilm, plátuhúsa og heildarkonsept við plátuni “ja/nei – og restin av vikuni”
Jónas Gaard sloppin upp í part
Tað sermerkta við tilnevningunum til ársins lag er, at bara ein av tilnevndu sangunum stavar frá einari av plátunum, sum eru tilnevndar til at vinna ársins útgávu, nevniliga "kann eg hava armin soleiðis her?" Annars er talan um stakløg, ið eru útgivin í 2023 av eitt nú Beinir, Brimheim og Byrtu.
Nevnivert er tað, at Jónas Gaard, ið enn er eitt rættiliga óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum, er sloppin upp í part við sanginum "Farin", ið hann framførir saman við Sigrið F. Hansen.
Tilnevnd eru:
Ársins útgáva
"ja/nei - og restin av vikuni" - Dania O. Tausen
“Rúm" - Marius Ziska
"Tøgn" - Jógvan
"Vendir vindar" - Einangran
"Døgurðaslang" - Aggrasoppar
Ársins lag
- "Greener" / Beinir
- "Literally Everything" / Brimheim
- "kann eg hava armin soleiðis her?" / Dania O. Tausen
- “Farin” (Feat. Sigrið) / Jónas Gaard
- “Vak meg ei” - Byrta
Ársins serútgáva
- "Fast Trakk" / Supervisjón
- “The Distance Between Us" / Aldubáran
- "A15" / A15
- "All at once" / Orka
- “...eftir” / Klingra
Ársins spíri
- Katari
- jazzygold
- SUPERVISJÓN
- Andrias Blaasvær
- Adrenaline
Ársins klassiski prísur
- Tróndur Bogason - "The Distance Between Us" (útgáva)
- Kristina Thede Johansen - "SANSA Føroyar” (debut konsert)
- Eli Tausen á Lava - "Ein Tónleikalig Vangamynd" (konsert)
- Sámal Jákup Jakobsen - "Heimasvitan" (útgáva)
- Anna Katrin Ø. Egilstrøð - "From Harbour To Harbour" (konsert)
Ársins tónasmiður
- Tróndur Bogason
Komponerað og framleitt: "The Distance Between Us" - Aldubáran
Komponerað og arrangerað: "Pigen med Brødet" - Kristina Thede Johansen (SANSA Føroyar)
Arrangerað: "Going Home", "Í Aldingarðinum", "Silvurlín", "Til Kærleikan" og "Villingarsjónin" - Marius Ziska (til Føroya Symfoniorkestur)
Framleitt: "Tøgn" - Jógvan
Komponerað og arrangerað: "Symfoni nr. 1&2" (til Føroya Symfoniorkestur)
- Eyðfinn B. Lamhauge
Skrivað og framleitt: "døgurðaslang" - AGGRASOPPAR
Skrivað: "Buksurnar á" - Tórshavnar Big Band
- Mikael Blak
Framleitt: "…eftir - Klingra"
Komponerað og framleitt: "Reyvheart" - 200
Framleitt og komponerað: "RÚM" - Marius Ziska
Framleitt: "Ha-Ha Oyggin" - Ha-Ha Oyggin
- Janus Rasmussen
Framleitt: "Vendir vindar" - Einangran
Komponerað og framleitt: "Wirbel" - David Burgmüller, Janus Rasmussen
Benjamin Djurhuus
Komponerað og framleitt: "ja/nei – og restin av vikuni" - Dania O. Tausen
Framleitt: "Farin" - Jónas Gaard (feat. Sigrið)
Framleitt: "I Built You A Theatre" - Fróði Bjarnason
Framleitt: "Green, Yellow and Red (Can't Figure You Out)" - Tormóður
Ársins tónleikari
- Jan Rúni Poulsen
Útgávur: "Leysir endar" - Annika Hoydal, "Rúm" - Marius Ziska, "Tøgn" - Jógvan.
Live við Høgna, Elinborg, Konsørn, Son of Fortune, Marius Ziska, Føroya Symfoni Orkestri, Torshavnar Big Band.
- Sigrið F. Hansen
Útgávur: "Farin" - Jónas Gaard (feat. Sigrið)
Live við Føroya Symfoniorkestri, Kalas, Jónasi Gaard, Mariu Ronnisdóttir á Heygum
- Per Ingvaldur Højgaard Petersen
Útgávur: Hjartasláttur - Knút, Heiðrik sings the Björk songbook - Heiðrik, Garðar - Maria Ljósá, leyst loft - Katari, Kom við mær - Bollarnir, Rúm - Marius Ziska.
Live við Eivør, Byrta, Annika Hoydal, Lea Kampmann, Elinborg, Klingra, EMP, Yggdrasil, Einangran, Tjant, Guðrun & Bartal.
- Benjamin Djurhuus
Útgávur: “ja/nei – og restin av vikuni” - Dania O. Tausen, Farin - Jónas Gaard (feat. Sigrið), I Built You A Theatre - Fróði Bjarnason, Green, Yellow and Red - Tormóður
Live við Piparsterti, Dania O. Tausen
- Ólavur Gaard
Útgavur: Tórshavnar Big Band: "GULL - 50 ára fagnaðarútgava", Martin Joensen - "Veruliga Tú", myk:tind - Flyktig.
Live við Aggrasoppum, Kristinu Thede Johansen: Sansa Føroyar, GØ, Marionnu Winter, Frum, Jónasi Gaard, Norðurglóð.
Ársins myndlistarligi samleiki
- Brimheim - fyri heildarkonsept, sjónband og pressumyndir til sangirnar "Literally Everything" og "Brand New Woman"
- Dania O. Tausen - fyri útgávukonsert, tónleikastuttfilm, plátuhúsa og heildarkonsept við plátuni “ja/nei – og restin av vikuni”
- Einangran - fyri sjónband og konsertkonsept við plátuni "Vendir vindar"
- Klingra - fyri heildarkonseptið "Føroyingahavnin" við plátuni "...eftir"
- Kóboykex - fyri gjøgnumgangandi sosialir miðlar og sjónbandalagið "Padam Padam"+
FMA-heiðurslønir uttan tilnevning
- Ársins átak
- Ársins útflugningsheiðursløn
- Ársins FMA
- Ársins tekstur
- Heiðursprísurin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV