Val í Portugal: Borgarligu flokkarnir vunnu tepran sigur

Val í Portugal: Borgarligu flokkarnir vunnu tepran sigur
Val var í ótíð, tí sosialistiski forsætisráharrin fór frá í fjør eftir illgruna um korruptión
Luis Montenegro, formaður í Demokratisku samgonguni, fegnast um valsigurin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.03.2024 - 08:43

Stórur spenningur var um úrslitið av valinum í Portugal í gjár.

Tá 99 prosent av atkvøðunum vóru tald, ásannaði leiðarin í sosialistiska flokkinum, PS, Pedro Nuno Santos, ósigurin, skrivar Reuters tíðindastovan.

Sostatt er vinnarin borgarligi flokkurin, Democratic Alliance, sum stendur til at fáa umleið 30 prosent av atkvøðunum, meðan PS stendur til at fáa knappliga 29 prosent.

Høgraflokkurin, Chega, stendur til at gerast triðstørsti flokkur við 10 prosentum av atkvøðunum.

Valið var í ótíð, tí fyrrverandi leiðarin í PS, António Costa, fjør fór frá, orsakað av illgruna um korruptión. Hann var forsætisráðharri í átta ár.

 

Pedro Nuno Santos, sum hevur tikið við leiðsluni í Sosialistaflokkinum í Portugal, ásannaði valósigurin, tá 99 prosent av atkvøðunum vóru tald. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213