Runavíkar kommunuskúli: 14. hvør hevur annað móðurmál enn føroyskt

Runavíkar kommunuskúli: 14. hvør hevur annað móðurmál enn føroyskt
Runavíkar kommunuskuli, Skúlin á Giljanesi, Eysturskúlin og Fuglafjarðar skúli eru millum teir skúlarnar, sum hava flest børn við útlendskari bakgrund
 
12.03.2024 - 14:49

120 børn ganga í skúla í Føroyum hvønn dag, men tey skilja ikki føroyskt.

Í alt 220 børn, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál ganga í føroyskum fólkaskúla, men 100 av teimum skilja føroysk ella hava eina hylling av málinum.

Í alt 23 børn er flýdd undan kríggi í Ukraina. 12 av teimum ganga í skúla í Eysturskúlanum, Fýra ganga í skúlanum á Fløtum

 

Tað eru serliga nógvir næmingar við útlendskari baggrund í Runavíkar Kommunuskúla. Her hava 7,1 prosent av børnunum annað móðurmál enn føroyskt. Tað svarar til 33 av 364 næmingum. 12 av teimum skilja ikki føroyskt meðan 21 duga ella av hylling av málinum. 

 

Á Giljanesi er talan um 5,8 prosent av næmingunum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál - 17 av 294 næmingum hava annað móðurmál enn føroyskt, av teimum eru 12 sum ikki skilja føroyskt.

 

Í  Eysturskúlanum hava 26 av 595 næmingum annað móðurmál enn føroyskt, tað svarar til 4,4 prosent av næmingunum. 12 av teimum eru frá Ukraina og 8 av teimum 26 skilja ikki føroyskt. 

 

4,2 prosent av næmingunum í Fuglafjarðar skúla hava annað móðurmál enn føroyskt. Tað svarar til 13 næmingar av 307 - av teimum duga 7 ikki føroyskt enn.

 

8 av 207 næmingum á Tvøroyarar skúla hava annað móðurmál enn føroyskt. Tað svarar til  3,9 prosent - seks av teimum

 

Í alt 23 børn, sum eru flýdd úr Ukraina eru skrásett í føroyska fólkaskúlanum. 12 av teimum ganga í Eysturskúlanum, fýra í Skúlanum á Fløtum, fýra í Tvøroyarar Skúla, trý á Skúlatrøð og tvey í Skúlanum við Løgmannabreyt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604