Bert eitt sjúkrahús virkið í Haiti

Bert eitt sjúkrahús virkið í Haiti
Í minsta lagi 15.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi í landinum seinastu vikurnar undan ófriði millum brotsmannalið
Ófriðurin í Haiti seinastu mánaðirnar er versnaður munandi seinastu vikurnar. 
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.03.2024 - 15:08

Bert eitt sjúkrahús er í løtuni virkið í høvuðsstaðnum í Port-au-Prince í Haiti, og so at siga ongar heilsutænastur vera veittar í høvuðsstaðnum, sigur ein heilsuráðgevu, sum arbeiðir fyri sjálvbodnar felagsskapir í Haiti.

Á summum sjúkrahúsum liggja sjúklingar uttan at fáa læknahjálp. 

Brotsmannalið hava rænt heilsustovnar, og hava m.a. sett eld á sjúkrahús og dripið læknar. Stórt trot er á heilivági og útgerð, og starvsfólk stúra fyri at fara til arbeiðis. 

Ófriðurin, sum hevur verið í Haiti seinastu mánaðirnar, er versnaður munandi seinastu vikurnar. 

 

Ariel Henry hevur lagt frá sær sum forsætisráðharri í Haiti, og Stjórnir í grannalondunum og USA taka undir við at skipa eitt fyribils stjórnaráð, sum skal hava valdið í landinum. (Mynd: AFP)

 

Forsætisráðharrin lagt frá sær

Forsætisráðharrin í Haiti, legði í síðstu viku frá sær, eftir at ein leiðari fyri einum brotsmannaliði hótti við borgarakríggi.

Stjórnir í grannalondunum og USA taka undir við at skipa eitt fyribils stjórnaráð, sum skal hava valdið í landinum.

Í minsta lagi 15.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi í Haiti seinastu vikurnar, og nú eru tilsamans 360.000 fólk heimleys í landinum, vísa tøl frá ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726