Traktorfylgið á veg til Havnar

Traktorfylgið á veg til Havnar
Bøndur koyra rekkjukoyring við traktorum á landsvegnum á veg til Havnar at mótmæla uppskotinum um burðardygga ferðavinnu
Traktorarnir eru á veg til Havnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2024 - 10:11

Traktorfylgið, sum er á veg til Havnar at mótmæla uppskotinum um burðardygga ferðavinnu, er nú komið til Kollafjarðar.

@Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Fyrstu traktorarnir fóru úr Norðoyggjum í morgun, og so leggjast traktorar aftrat, so hvørt sum komið verður suður ímóti Havnini.

 

Í Kollafirði, Signabø og Oyrareingjum stóðu fleri traktorar klárir at fara uppí traktorfylgið.

 

Útoyggjafelagið, Bóndafelagið, Óðalsfelagið og onnur vera við í mótmælistiltakinum í dag.

 

 

20240319_NET_TRAKTOR_MOTMAELI

 

(Videomyndir: Símun Gullaksen)

 

Tingfundurin byrjaði klokkan 10, og uppskotið um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) er sjeynda mál á skránni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676