Vænta slakar 13 milliónir í halli á fíggjarlógini næsta ár

Vænta slakar 13 milliónir í halli á fíggjarlógini næsta ár
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt fram uppskot til samtyktar og játtanarkarmar fyri 2025
Uppskot um játtanarkarmar fyri næstu árini er lagt fyri tingið í dag.
 
22.03.2024 - 11:33

Fíggjarmálaráðið væntar, at fíggjarlógin næsta ár fer at hava 12,6 milliónir krónur í halli, eftir at átøk eru sett í verk.

Tað vísir uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2025, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur lagt fyri tingið í dag.

Útreiðslukarmurin verður sjey milliardir og 537,4 milliónir kr. Framskrivaðu inntøkurnar verða sjey milliardir 546,6 milliónir kr.

Raksturin í 2025 verður mettur at kosta slakar sjey milliardir kr., og 600 milliónir fara til íløgur.

 

Átøk fyri 35 milliónir

Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er at gera átøk 2025, so úrslitið batnar 35 milliónir kr.. Haraftrat verður arbeitt við at tryggja fíggjarliga haldførið.

Ætlanin er eisini at broyta uppgerðina av inntøkunum frá avgjøldum á tilfeingisvinnurnar soleiðis, at frá 2025 fer ein størri partur beinleiðis í Búskapargrunnin. Tað hevur við sær, at slakar 57 milliónir kr. vera á inntøkusíðuni á fíggjarlógini næsta ár.

Roknað verður við størri útreiðslum til m.a. heilsutrygdarveitingar, Landssjúkrahúsið, serviðgerðir uttanlands, arbeiðsfremjandi tiltøk og fólkapensjón.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

 

Arbeiði í gerð

Íløgurnar verða mettar til 600 mió. krónur næsta ár. Nógv av hesum eru íløgur til arbeiði, ið longu eru í gerð, t.d. Fróðskaparsetrið, tunnilin til Dals, miðnám á Kambsdali og KT-verkætlanir.

Átøk verða framd at tálma útreiðslur og hækka inntøkur hjá landskassanum

Arbeiðið at gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk er byrjað, og neyðugt verður eitt nú at endurskoða pensjónsaldurin, sum Búskaparráðið hevur mælt til, sigur Fíggjarmálaráðið.

Les frágreiðing til játtanarkarmar her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523