Innbrot í Klaksvík: Løgreglan sóknast eftir vitnum

Innbrot í Klaksvík: Løgreglan sóknast eftir vitnum
Politiið kannar í løtuni eitt innbrot í FK í Klaksvík, sum er framt sunnunáttina tann 24. mars uml. kl. 02.30. Eini brotsmaðurin var ílatin eina hvíta drakt eins og á myndini
Mynd: Eini brotsmaðurin var ílatin eina hvíta málaradrakt við bláum strípum.  
 
25.03.2024 - 11:54

Løgreglan sóknast eftir vitnum í sambandi við eitt innbrot í FK-handilin í Klaksvík um hálvgum trý tíðina sunnunáttina. Tjóvarnir hava stolið stóra peningaupphædd, sigur løgreglan.

- Kanningararbeiðið hevur víst, at tann eini brotsmaðurin var ílatin eina hvíta málaradrakt við bláum strípum á, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. 

Arbeitt verður í løtuni við at kanna sjónbandamyndir frá vakmyndatólum í umráðnum, men higartil hevur løgreglan ikki fingið fatur á vitnum, sum hava sæð nakað, leggur Kári Jacobsen afturat. Tí hevur løgreglan deilt eitt uppslag á Facebook-vanga sínum við mynd av draktini, sum talan er um, og við eini áheitan til fólk, sum møguliga hava sæð okkurt, um at venda sær til løgregluna. 

Halda fólk seg vita nakað um málið, vera tey biðin um at ringja til politiið á 351448 ella 114.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343