Renning: Tvær kappingar og fýra vinnarar

Renning: Tvær kappingar og fýra vinnarar
Rógvi Kárason og Ann-Mari av Skarði vunnu føroyameistaraheitið í 10 kilometra renning, meðan Oliver Granhøj og Lydia í Lambanum fóru avstað við sigrinum í vetrarkappingini
25.03.2024 - 15:22

Rógvi Kárason og Ann-Mari av Skarði vunnu føroyameistaraheitið í 10 kilometra renning, sum var í Runavíkar kommunu leygardagin.

Rógvi Kárason vann frammanfyri Oliver Granhøj við tíðini 34:43.7, meðan Ann-Mari av Skarði vann ein harðan dyst ímóti Lydiu í Lambanum við tíðini 45:29.1.

Lydia í Lambanum og Oliver Granhøj fóru kortini ikki heim við ongum. Tey høvdu longu áðrenn kappingina leygardagin tryggjað sær samlaða sigurin í vetrarkappingini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Hósdag 5. februar
Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar
203764
Hósdag 5. februar
Dansival - Gestur er Joen Remmer
203763
Hósdag 5. februar
Morgunlestur hósdagur 5.februar 2026
203554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Mikudag 4. februar
Úr savninum: Hví ikki meg?
203734
Mikudag 4. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203705
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635