Mál um knívdripnan føroyskan sálarsjúkulækna fyri í rættinum í Glostrup

Mál um knívdripnan føroyskan sálarsjúkulækna fyri í rættinum í Glostrup
Rætturin í Glostrup í Danmark viðgerð í dag eitt mál, har ein 41 ára gamal maður er ákærdur fyri í fjør summar at hava dripið 66 ára gomlu føroysku Mariann Stenberg
Mynd: Google Maps  
 
02.04.2024 - 11:48

Mariann Stenberg arbeiddi sum psykiatari á Psykiatrisk Center Glostrup, og 41 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið hana, var sjúklingur á deildini.

Maðurin noktar seg sekan.

Hann er ákærdur fyri dráp, drápsroynd, herverk, neyðtøkuroynd og brot á knívlógina.

 

Krevja varðhald

Ákæruvaldið krevur mannin dømdan í varðhald á Sikringen, um hann verður dømdur sekur.

Sikringen er serliga tryggjað psykiatrisk deild í Slagelse.

Verjin hjá manninum sigur, at ákærdi fer at greiða frá hendingini á rættarfundinum í morgin.

 

Psykiatarin vildi oyðileggja og øsa

Undir grundlógaravhoyringini í fjør, tá ið maðurin varð handtikin, greiddi hann frá, at hann tók knívin við inn á psykiatrisku deildina fyri at stinga psykiataran, sum sambært honum bert vildi oyðileggja og øsa.

Verjin segði undir grundlógaravhoyringini í fjør, at maðurin var bangin og hevði ranghugsanir.

Tríggir dagar eru settir av til rættarmálið, skrivar danska tv2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV