Russland: Atferðin hjá Nato elvir til beinleiðis samanbrest

Russland: Atferðin hjá Nato elvir til beinleiðis samanbrest
Viðurskiftini millum Russland og Nato eru vorðin spentari, og sambært talsmanninum í Kreml kunnu tey lýsast sum beinleiðis uppgerð
Dmitri Peskov er talsmaður í Kreml.
 
04.04.2024 - 14:38

Samstundis sum Nato hátíðarheldur 75 stovningardagin, sigur Kreml, at Nato hevur eina atferð, sum hevur elvt til beinleiðis samanbrest við Russland.

Talsmaðurin í Kreml, Dmitri Peskov, vísir á, at Nato er við í krígnum í Ukraina, og at samgongan heldur fram at víðka eystureftir móti markinum til Russlands.

Tað merkir, at viðurskiftini millum Russland og Nato eru vorðin spentari, og sambært Peskov kunnu lýsast sum beinleiðis uppgerð.

- Nato er longu uppi í ósemjuni um Ukraina, heldur fram at nærkast okkara landamarki og at víðka hernaðarliga undirstøðukervið móti okkara marki, segði Peskov við journalistar í dag.

 

Putin: Nato breyt lyftið

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at Vesturheimurin lumpaði Russland eftir Kalda kríggið og tá ið Sovjetsamveldið fór í søguna, við at bróta lyftið um, at Nato ikki skuldi víðkast við at taka tey trý Baltalondini upp í verjusamgonguna. 

Estland, Letland og Litava vóru øll partur av Sovjetsamveldinum.

Lond í Vesturheiminum vísa hesum aftur og siga, at Baltalondini hava fulla rætt til at taka eina demokratiska avgerð um at fara upp í Nato eftir fleiri ára tíggju undir kommunistastýri.

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á høvuðsborgini í Brússel, nú Nato fyllir 75 ár. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hernaðarligur stuðul tryggjar Ukraina

Nato sigur eisini, at hernaðarstuðulin til Ukraina snýr seg um at tryggja, at landið verður verðandi frælst og demokratiskt.

Russland sigur hinvegin, at júst hetta ger Nato til ein part av krígnum.

Í februar segði Putin, at ein ósemja millum Russland og Nato fer at hava við sær, at heimurin er bert eitt stig frá triðja heimsbardaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342