Glaspláturnar á Løgtinginum verða tiknar niður í næstu viku

Glaspláturnar á Løgtinginum verða tiknar niður í næstu viku
Í næstu viku verður farið undir at taka niður glaspláturnar á umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum. Búsetur fekk arbeiðið fyri slakar 800.000 kr.
Í næstu viku verða allar glaspláturnar tiknar av umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum
Mynd: savnsmynd  
 
12.04.2024 - 11:03

Í fjør summar byrjaðu glasplátur at detta av umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum. 

Tá onnur plátan brast í gonguteigin, bleiv bygningurin avbyrgdur og farið varð undir eitt størri arbeiði at finna út av, hvat var galið. 

Kanningin vísti, at tungu glaspláturnar vóru ikki nógv æl festar, tá tær vóru settar upp í 2006. 

 

Niðurtøkan kostar 800.000 kr. 

Í næstu viku byrjar arbeiðið at taka glaspláturnar niður. 

Búsetur fekk arbeiðið fyri slakar 800.000 krónur. 

Trý tilboð komu, og hetta var tað lægsta.

 

Betongið skal eisini kannast

Arbeiðið skal vera liðugt fyri 1.juni.

Pláturnar vera goymdar í kjallaranum í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag, sum Løgtingið leigar.

Tá pláturnar eru tiknar niður, fer ein onnur fyritøka at kanna betongið, sum pláturnar vóru festar í.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035