Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri

Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri
Á ársaðalfundinum hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna í gjárkvøldið var nýggj nevnd skipað. Aslaug Gisladóttir, sum hevur verið forkvinna síðan 2018, stillaði ikki uppaftur
 
13.04.2024 - 09:41

Tríggir av teimum seks nevndarlimunum í Betri stóðu fyri vali. Poula Michelsen varð afturvald.

Nýggj í nevndini eru Jens Johan Dam og Jákup Egholm Hansen.

Harumframt eru Mortan Simonsen, Petur Elias Nielsen og Tóra við Keldu í nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Jens Johan Dam, sum formanni, og Poulu Michelsen sum næstforkvinnu.

Roknskapurin hjá Betri fyri 2023 vísir 381,9 milliónir kr. eftir skatt. Hetta er væl meira enn í 2022, tá ið avlopið var 27,9 milliónir kr. eftir skatt. Úrslitið er somuleiðis væl omanfyri tær 170-250 milliónir krónurnar, sum metingarnar fyri 2023 søgdu.

Høvuðsorsøkin til góða úrslitið hjá samtakinum er avkastið av virðisbrøvunum, ið gjørdist munandi betri enn væntað. Í 2022 rakti vánaliga gongdin á virðisbrævamarknaðinum samtakið meint, men í fjør góvu virðisbrøvini aftur eitt munagott íkast til úrslitið. Eisini var gott avkast av útlánsvirkseminum, boðar Betri frá í tíðindaskrivi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985