94,1 prosent av teimum, sum búgva í Føroyum, hava danskan ríkisborgararætt

94,1 prosent av teimum, sum búgva í Føroyum, hava danskan ríkisborgararætt
Fólkatalið vaks við 439 seinasta árið, og 1. mars búðu 54.591 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
15.04.2024 - 11:46

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. 

Men talið av fólkum, sum hava danska ríkisborgararrætt er minkandi. 

Í mars høvdu 94,1 prosent teirra, sum búðu í Føroyum, danskan ríkisborgararætt.

 

Talið er minkandi, tí við ársbyrjan 2010 vóru danskir ríkisborgarar 97,9 prosent av fólkatalinum í Føroyum.

Í mars í ár vóru 1293 fólk úr evropeiskum londum, 1098 vóru úr Asia, 291 úr Norðurlondum, 290 úr Afrika og 193 úr Amerika.

33 høvdu ókendan ríkisborgaraskap, skrivar Hagstovan.

Fleiri menn enn kvinnur, sum hava útlendskan ríkisborgaraskap, eru í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961