- Tíðindi, mentan og ítróttur
ÍF skelkaði B36 í Gundadali
ÍF fekk sítt fyrsta stig í ár, tá fuglfirðingar skelkaðu B36 við 3-3 javnleiki í Gundadali mánakvøldið.
Fá góvu ÍF stórar møguleikar fyri dystinum, men bert tveir minuttir vóru farnir, tá Kasper Sommerstedt legði útiliðið framum. Vilmer Johannes Rønnberg javnaði seks minuttir seinni, áðrenn Kasper Sommerstedt aftur var upp á spæl og skoraði til 2-1.
Skelkurin var fullkomin, tá Jhon Mena Perez økti til 3-1, men B36 svaraði aftur báðu megin steðgin. Bjarki Nielsen minkaði um munin, og liðini vóru ikki meir enn komin aftur á vøllin til seinna hálvleik, tá Marius Kryger Lindh javnaði.
Men heimaliðið fekk ikki avgjørt til egnan fyrimun, og nú eru fýra landskappingardystir síðan, at Dan Brimsvík og B36 fingu trý stig. Hjá nýggja ÍF-venjaranum, Jákupi Martin Joensen, kemur fyrsta ÍF-stigið í ár væl við, hóast tað kundu verið meir.
Sigursrøðin hjá Víkingi heldur fram
Poul Kallsberg tryggjaði Víkingi øll stigini í Runavík, og sigursrøðin hjá teimum ljósabláu telur nú sjey dystir. Málið kom, tá 64 minuttir vóru spældir, og NSÍ megnaði ikki at svara aftur, hóast heimaliðið fekk onkran kjans ímóti endanum.
Skála vann greiðan 3-1 sigur á B68 undir Mýruhjalla. Karl Martin Johansen legði heimaliðið framum við brotssparki tíðliga, áðrenn Dávid Johansen økti. Tá 67 minuttir vóru spældir skoraði Carlos Felipe De Sousa Ferreira til 3-0, og hóast Villiam Klein minkaði um munin stutt eftir, var sigurin ongantíð í vanda. Skála er komið upp á sjey stig, meðan tað sær alsamt truplari út hjá B68, sum bert hevur fingið eitt stig enn.
Góða gongdin hjá HB helt fram á Dungasandi í Sørvági, har teir reyðsvørtu vunnu tryggan sigur á 07 Vestur. Bert tríggir minuttir vóru spældir, tá Mathias Voss skoraði ímóti sínum gamla felagi, og beint fyri steðgin økti Eivind Restorff Mouritsen til 2-0. Sami maður lá aftur framvið í yvirtíðini, og HB hevur nú 18 stig á 2. plássi.
Fimti dysturin í sjeynda umfari verður í annaðkvøld, tá KÍ vitjar EB/Streym.