- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Norðurlendskir verjumálaráðharrar í Føroyum
Á Breddanum: Norðurlendskir verjumálaráðharrar í Føroyum
Politiskt orðaskifti verður í útvarpsstovuni um, hvat vit fáa burtur úr slíkari vitjan

Frá Nato-venjing undir Føroyum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sagt, at vit sulu venja okkum við størri hernaðarligt virksemi í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
30.04.2024 - 08:43
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO.
Føroyar og Danmark eru í felag vertir fyri ráðharrafundin, og seinni í dag skriva limalondini undir eina nýggja visjón fyri samstarvið.
Men hvat fáa vit burtur úr slíkari vitjan, fær visjónin nakran tydning fyri okkum, ella er talan bara um at hýsa slíkari toppvitjan?
Tað spyrja vit í sendingini í dag.
Orðaskifti verður í útvarpsstovuni millum limir í uttanlandsnevndini. Teir eru Bjarni Hammer, nevndarformaður, Liljan Weihe, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























