AstraZeneca tekur koppingarevni fyri koronu aftur

AstraZeneca tekur koppingarevni fyri koronu aftur
Nýtt koppingarevni, sum vinnur á nýggjum frábrigdum, kemur í staðin
Heilivágsfyritøkan tekur koppingarevni aftur, og nýtt kemur í staðin. (Savnsmynd)
 
08.05.2024 - 09:30

AstraZeneca-koppingarevnið fyri koronu verður nú afturkallað um allan heimin. 

Hetta verður gjørt av handilsligum ávum, og nýtt koppingarevni, sum vinnur á nýggjum frábrigdum, kemur í staðin. 

Tað skrivar The Telegraph.

- Vit eru errin um leiklutin, sum Vaxzevria hevði í endanum á alheims farsóttini. Sambært óheftum metingum, vóru 6,5 milliónir mannalív bjargað tað fyrsta árið, og meira enn tríggjar milliardir skamtar vóru givnir í heiminum, sigur felagið í fráboðan.

Afturtøkan hendir stutt eftir, at heilivágsframleiðarin viðgekk, at koppingarevnið kundi hava sjáldsom hjáárin við sær, skrivar The Telegraph.

AstraZeneca sigur, at afturkallingin hevur einki við hetta at gera, skrivar blaðið.

Koppingarevnið er neyvt granskað í Bretlandi fyri hjáárin, sum elvdi til blóðtøpp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234