Vónbrotin av atkvøðugreiðsluni, men vil ikki harta síni partafólk

Vónbrotin av atkvøðugreiðsluni, men vil ikki harta síni partafólk
Uppskotið um fosturtøku fall, tá tað var til aðru viðgerð í løgtinginum mikukvøldið. Millum teirra, sum atkvøddu ímóti uppskotinum um fosturtøku, vóru tvey tingfólk í Framsókn
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, á tingsins røðarapalli í gjár, tá uppskotið um fosturtøkulóg var til aðru viðgerð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.05.2024 - 13:51

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, er vónbrotin, nú málið um fosturtøku var felt. 

Men hann vil tó ikki harta síni partafólk í Framsókn. 

Tá atkvøtt var um uppskotið við aðru viðgerð í gjárkvøldið, stóð á jøvnum, 15 atkvøður fyri og 15 ímóti, og sostatt fall uppskotið.

Millum teirra, sum atkvøddu ímóti, vóru Sólvit Nolsø og Hanna Jensen í Framsókn.

- Tey høvdu loyvi at atkvøða eftir egnari sannføring, sigur landsstýrismaðurin:

 

15052024_Bjarni_Karason

 

Jóannes Eidesgaard, viðmerkjari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eigur at umhugsa sína støðu

Landsstýrismaðurin í lógarmálum eigur at umhugsa sína støðu í flokkinum, efir at tvey partafólk hjá honum atkvøddu ímóti lógaruppskotinum um broytingar í fosturtøkulógini, sum fall í gjár.

Tað segði Jóannes Eidesgaard, politiskur viðmerkjari, í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

15052024_Eidesgaard_um_Karason


Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804