Óli Mittún: Ein sigur frá svenska meistaraheitinum

Óli Mittún: Ein sigur frá svenska meistaraheitinum
Óli Mittún og IK Sävehof eru ein sigur frá svenska meistaraheitinum, eftir dramatiskan sigur á Ystads, har tvær ferðir longd leiktíð skuldi til, áðrenn avgerðin fall
Óli Mittún kann gerast svenskur meistari týskvøldið
 
24.05.2024 - 22:57

Óli Mittún taldist enn einaferð ímillum avgerandi spælararnar, tá IK Sävehof vann triðju finaluna um svenska meistaraheitið á Ystads á heimavølli í Partille.

Teir gulu og svørtu eru nú á odda við tveimum sigrum ímóti einum og kunnu avgera alt í Ystad í fjórðu finaluni týskvøldið. 

Talan var um ein dramatiskan dyst, har neyðugt varð við longdari leiktíð bæði eina og tvær ferðir. Óli Mittún spældi lyklaleiklut í fleiri førum, tá tað stóð á, og tá allir 80 minuttirnir vóru spældir, høvdu føroyingurin og hinir í Sävehof vunnið 39-37.

Í fjør spældu Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu saman í endapsælinum um svenska meistaraheitið, sum núverandi THW Kiel-spælarin vann í 2021. Tað eydnaðist ikki at vinna, men týskvøldið kann unga stórtalentið gera eldra systkinabarninum bragdið eftir.

Tapir Sävehof týskvøldið, skal avgerandi fimti dystur spælast í Partille.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937