- Kollafjarðartunnilin treingir til eina álvarsliga trygdardagføring

- Kollafjarðartunnilin treingir til eina álvarsliga trygdardagføring
Tað sigur Heini Østerø, tilbúgvingarleiðari í Tórshavnar kommunu, sum enn einaferð fer at venda sær til Landsverk fyri at fáa tunnilin trygdardagførdan
Gravkúgvin kolaðist upp. Eldur kom í hana inni í tunlinum, men førarin koyrdi hana útum. Tað hevði verið verri, um hon brann inni í tunlinum.
Mynd: Privatmynd  
 
25.05.2024 - 18:38

Heini Østerø vísir á, at førarin á gravkúnni, sum eldur kom í fyrradagin í Kollafjarðartunlinum, var sera skilagóður at koyra gravkúnna útum og ikki steðga inni í tunlinum, sjálvt um eldur var komin í inni í tunlinum.

Annars kundi tað verið ein størri vanlukka 


Ikki riggað í nógv ár

Trygdarskipanin í Kollafjarðartunlinum hevur ikki riggað, sum hon skal, í fleiri ár.

Í 2016 gjørdi Nicolai Mohr Vang eina bachelorritgerð um trygdina í føroysku tunlunum, har dentur varð lagdur á ljósviðurskiftini í Kollafjarðartunlinum og Norðskálatunlinum.

Nicolai Mohr Vang kom tá til ta niðurstøðu, at Landsverk hevur ikki ráð til nøktandi viðlíkahald, og tað eru bara undirsjóvartunlarnir, sum lúka norsku krøvini.

Í 2018 segði Landsverk, at Kollafjarðartunnilin var nógv afturúrsigldur, og støðan er so vánalig, at hann hevði ikki lokið trygdarkrøvini, sum vórðu sett í 1992, sum er árið, tá ið tunnilin varð tikin í nýtslu.

Tá varð mett, at tað hevði kostað millum 60 og 70 milliónir krónur at dagført tunnilin. Um ikki alt skal gerast, so hevði tað kostað 30 milliónir at dagført ljósini og nakað av trygdarútbúnaðinum, segði Landsverk.

Í Samferðsluætlanini hjá Landsverki frá 2018 verður sagt, at dagføringar av Kollafjarðartunlinum skulu gerast í 2018 og verða lidnar í 2020. Somu prísir verða nevndir. 30 ella 70 milliónir. 

Men lítið av dagføringum eru gjørdar.


 

Tunnilstrygd


Játta pengar í 2027 og 2028

Í munligum fyrispurningi í løgtinginum 15. mai í ár, segði Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, at tað fer at kosta 30 ella 70 milliónir at fáa tunnilin dagførdan. Hann segði, at 15 milliónir verða játtaðar í 2027 og 15 í 2028.

 

7.500 bilar

Heini Østerø vísir á, at trygdin í tunlinum má raðfestast, millum annað tí at hetta er tann tunnilin í landinum, har flest bilar koyra ígjøgnum. Umleið 7.500 um samdøgrið.

Hann vísir millum annað á, at trygdin í undirsjóvartunlunum er á einum munandi hægri støði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Týsdag 25. juni
EM tíðindi: 25. juni 2024
177229
Týsdag 25. juni
RagnarRokk á Copenhell 2024
177216
Týsdag 25. juni
Morgunlestur týsdagur 25. juni 2024
177127
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125
Leygardag 22. juni
Video: 10mf, Jóansøka 2024
177123