Altjóða flogvøllur í Grønlandi aftur seinkaður

Altjóða flogvøllur í Grønlandi aftur seinkaður
Hesa ferð er arbeiðið upp á flogvøllin í Ilulissat seinkað, tí tørvur er á arbeiðsmegi, tólum og eykalutum
Nýggi flogvøllurin í Ilulissat verður ikki liðugur fyrr enn í fyrsta lagi í 2026.
Mynd: KNR  
 
28.05.2024 - 08:16

Fólk í triðstørsta býnum í Grønlandi, Ilulissat, fáa ikki altjóða flogvøll enn.

Í Ilulissat er ein flogvøllur, sum heimastýrið hevur avgjørt at byggja út og gera altjóða.

Verkætlanin byrjaði í 2016, og flogvøllurin skuldi eftir ætlan vera liðugur í ár, men byggingin er seinkað, og nýggi flogvøllurin verður í fyrsta lagi liðugur í 2026.

Tað sigur byggifyritøkan við grønlendska kringvarpið KNR.

 

Tørvur á arbeiðsmegi

Arbeiðið er útsett fleiri ferðir. Hesa ferð er orsøkin til seinkingina, at tørvur er á arbeiðsmegi, tólum og eykalutum.

Í Nuuk verður eisini arbeitt við at útbyggja og gera flogvøllin altjóða. Tað arbeiðið verður væntandi liðugt í ár.

Sum er, er einasti altjóða flogvøllur í Grønlandi í Kangerlussuaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290