Flogvøllur á Glyvursnesi fyri býráðið í dag

Flogvøllur á Glyvursnesi fyri býráðið í dag
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum eigur uppskotið, mælir til at seta 500.000 kr. av til kanningar
Ætlanin at gera flogvøll á Glyvursnesi livir enn. (Savnsmynd)
 
30.05.2024 - 08:12

Ætlanin at gera flogvøll á Glyvursnesi livir enn.

Tórshavnar býráð skal viðgera hana á fundi í dag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur uppskot um flogvøll á Glyvursnesi.

Hann sigur, at útvegast skal tilfar, sum lýsir, hvussu flogvøllur, sum er 2.700 til 3.000 metrar langur, og sum lýkur krøv um breidd hjá altjóða flúgving, best kann staðsetast á Glyvursnesi. 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, eigur uppskotið um altjóða flogvøll á Glyvursnesi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Haraftrat skal gerast tilfar um, hvussu flogvøllurin fer at síggja út viðvíkjandi hædd og øðrum í lendinum og sum kann geva ábendingar um, hvussu lendisarbeiðið kann skipast. 

Heðin Mortensen skjýtur upp at lata 500.000 kr. til hesar kanningar.

Ein meiriluti í fíggjarnevndini tekur undir við málinum.

Umboðini hjá minnilutanum í fíggjarnevndini taka støðu á býráðsfundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065