- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fuglafjarðar kommuna 16 milliónir í avlopi í fjør
Fuglafjarðar kommuna 16 milliónir í avlopi í fjør
Inntøkurnar vóru nógv størri enn roknað var við, tá fíggjarætlanin var gjørd

Inntøkurnar hjá Fuglafjarðar kommunu í fjør vóru 15,5 milliónir kr. størri enn mett.
04.06.2024 - 10:13
Úrslitið hjá Fuglafjarðar kommunu eftir rakstur og íløgur var 15,8 mió. kr. í fjør.
Inntøkurnar vóru nógv størri enn roknað var við, tá fíggjarætlanin var gjørd.
Tær vóru 15,5 mió. kr. størri.
Rakstrarútreiðslurnar vóru bara 1,1 millión størri, enn mett var.
Íløgurnar í 2023 vóru 2,7 mió. kr. størri, enn játtanir vóru til.
Nettoskuldin er 58 prosent av loyvda markinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV






















