Hitabylgja í Grikkalandi

Hitabylgja í Grikkalandi
Hitin í høvuðsstaðnum Athen fer at tátta í 43 stig í dag
Hitabylgjan í Grikkalandi er tann fyrsta í ár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.06.2024 - 13:42

Hitabylgja er í Grikkalandi. 

Akropolis, sum er størsta ferðamál í grikska høvuðsstaðnum Athen, er stongt fyri vitjandi í dag, tí hitin er so nógvur. Og væntandi verður neyðugt at hava stongt í fleiri dagar. 

Tað hevur grikska mentamálaráðið boðað frá í morgun, skrivar AFP. 

Griksku myndugleikarnir ávara samstundis ímóti at brúka eld uttandura, tí vandi er fyri eldsbruna.

Mett verður, at hitin í Athen fer at tátta í 43 stig í dag.

Skúlar í øllum landinum eru eisini stongdir í dag, tí tað er so heitt.

Hitabylgjan, sum nú hevur rakt Grikkaland, er tann fyrsta í ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392