Mark Rutte kunngjørdur sum nýggjur Nato-aðalskrivari fyrsta dagin

Mark Rutte kunngjørdur sum nýggjur Nato-aðalskrivari fyrsta dagin
Nato-sendiharrar eru kunnaðir um, at forsetin í Rumenia seinni í dag fer at taka seg aftur sum valevni, og er Mark Rutte einsamallur valevni
Alt bendir á, at Mark Rutte verður nýggjur aðalskrivari í Nato.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.06.2024 - 10:29

Seinasta forðingin, áðrenn Nato fær nýggjan aðalskrivara fyri Jens Stoltenberg, verður loyst í dag.

Tvær keldur vátta fyri norska TV2, at Nato-sendiharrar eru kunnaðir um, at Klaus Ioannis, forseti í Rumenia, seinni í dag fer at taka seg aftur sum valevni fyri starvið sum aðalskrivari í Nato.

Rumenia fer samstundis at stuðla hollendska forsætisráðharranum Mark Rutte sum leiðara fyri NATO.

Nato-sendiharrar fara sum skjótast at skipa fyri óformligum fundi, har kjakast skal um at seta Rutte í starvið, og síðani fyri formligum fundi, har avgjørt verður at seta hann í starvið.

Tað er framvegis ógreitt, um Mark Rutte verður settur í starv í dag ella fyrst í næstu viku.

Ríkis- og stjórnarleiðarar í Nato hittast á fundi í Washington býi 9. juli at hátíðarhalda, at norðuratlantiska verjusamgongan fyllir 75 ár. 

Tá fer Jens Stoltenberg at takka fyri seg, og móttøka verður fyri Rutte.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810