Amerikanskur kavbátur leggur at á Oyrareingjum

Amerikanskur kavbátur leggur at á Oyrareingjum
USS Albany, sum er kjarnorkurikin, var í Nólsoyarfirði fyrr í ár
USS Albany er kjarnorkurikin kavbátur. (Savnsmynd)
 
12.07.2024 - 08:18

Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Albany til Føroya. 

Talan er um kjarnorkuriknan kavbát, sum var í Nólsoyarfirði fyrr í ár. 

Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum nakað eftir middag í dag. USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi og í føroyska havn. 

 

Serligar treytir

Í loyvinum hevur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið sett serligar treytir, tí talan er um eitt kjarnorkurikið far. 

Eisini eru ávís tilbúgvingaratlit tikin.

Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi og liggur á Kollafirði.

USS Albany fer avstað aftur mikudagin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV