Donald Trump raktur av skoti á veljarafundi í Pennsylvania

Donald Trump raktur av skoti á veljarafundi í Pennsylvania
Skotið bleiv eftir Donaldi Trump, fyrrverandi forseta og valevni hjá Republikanska flokkinum á einum veljarafundi í Pennsylvania 
 
14.07.2024 - 04:50

Donald Trump, fyrrverandi amerikanskur forseti og valevni hjá Republikanska flokkinum, bleiv raktur í oyra, tá skotið bleiv eftir honum á einum veljarafundi í Butler í statinum Pennsylvania í gjárkvøldið.

Ein áskoðari lat lív, tá hesin varð raktur av skotunum, ið blivu latin av.

Tað verður sagt, at tað var ein 20 ára gamal maður úr Pennsylvania, ið skeyt eftir Donald Trump. Hesin var eftir øllum at døma skotin og dripin av amerikonsku fregnartænastuni. 

Donald Trump, fyrrverandi forseti og valevni hjá Republikanska flokkinum, hevur tað eftir umstøðunum gott, skrivar hann sjálvur á sínum egna sosiala miðli Truth Social.

 

“Eg vil fyrst av øllum takka fregnartænastuni og løgregluni fyri skjótu verjuna. Men mest av ølllum, so vil eg senda familjuni hjá viðkomandi, ið lat lív, mína djúpastu samkenslu. Eg bleiv raktur í ovara partinum av høgra oyra og visti beinavegin, hvat var við at henda,” skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli Truth Social.

Donald Trump var sæddur blíva leiddur frá talarapallinum við blóði rennandi niður eftir kjálkanum, meðan hann við knýttum nevna vísti øllum, at hann var á lívi.

Sonurin hjá Trump fangaði løtuna, tá pápin varð førdur av pallinum við nevanum á lofti.


Løgreglan í Butler hevur á tíðindafundi staðfest, at tað hevur verið ein morðroynd á fyrrverandi forsetan. Enn er ikki greitt, hvat motivið var. Løgreglan staðfestir, at hon veit, hvør gerningsmaðurin er, men hon hevur enn ikki avdúkað navnið.

Joe Biden, forseti, hevur fordømt morðroyndina. 

“Politiskur harðskapur hoyrir ikki heima í USA.”

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585