Trump farin á landsfund hjá republikanarunum

Trump farin á landsfund hjá republikanarunum
Á fundinum verður hann formliga tilnevndur forsetavalevni hjá republikanarunum í heyst
Donald Trump á veg úr flogfari sínum á floksráðstevnu í Milwaukee, har hann formliga verður tilnevndur forsetavalevni hjá republikanarunum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.07.2024 - 08:32

Dagin eftir skotálopið á Donald Trump, var hann í Milwaukee, har republikanararnir hava landsfund. 

Á fundinum í Milwaukee skal 78 ára gamli fyrrverandi forsetin formliga veljast sum valevni hjá flokkinum til forsetavalið í november.

Trump var raktur av skotum í oyrað, tá ið ein maður skeyt eftir honum á einum valfundi leygardagin. 

Eitt fólk á veljarafundinum læt lív, og tvey vóru flutt á sjúkrahús við álarsligum skaða. Løgreglan skeyt og drap gerningsmannin.

 

Løgreglan hevur eyðmerkt gerningsmannin at vera 20 ára gamla Thomas M. Crooks. (Mynd: AP)

 

Broyta ikki mannagongdir

Lívverjutænastan Secret Service, sum tekur sær av trygdini hjá bæði sitandi og fyrrverandi forsetum, sigur, at tey broyta ikki mannagongdir fyri landsfundir.

- Vit eru trygg við mannagongdirnar fyri slík tiltøk, og vit eru til reiðar. Vit halda ikki, at neyðugt er við broytingum í trygdini, segði samskiparin hjá Secret Service, Audrey Gibson, á tíðindafundi.

Amerikanska samveldisløgreglan FBI, hevur eyðmerkt gerningsmannin til at vera 20 ára gamla Thomas M. Crooks, og sigur, at hann var einsamallur um gerðina.

Skotvápnið, sum hann brúkti, var keypt á lógligan hátt í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070