Nýggj Airbnb-lóg í Íslandi skal fáa fleiri bústaðir á marknaðin

Nýggj Airbnb-lóg í Íslandi skal fáa fleiri bústaðir á marknaðin
Fólk kunnu framvegis leiga sítt egna heim út, men strangari reglur verða settar fyri vinnuligari útleigan
Reykjavík. Forðingar verða settar fyri vinnuligari stutttíðarleigu, eitt nú við íbúðarhotellum, sum síggjast serliga aftur í íslendska høvuðsstaðnum.
 
24.03.2026 - 08:47

Ein nýggj lóg um stutttíðarleigu er samtykt í íslendska Altinginum. Endamálið er at økja um bústaðarútboðið og minka um trýstið á bústaðarmarknaðin í landinum.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Lógin gevur framvegis fólki loyvi at leiga sín egna bústað út í styttri tíðarskeið, men samstundis verða strangari reglur settar fyri at leiga aðrar ognir út - serliga í býum.

Sambært Kristjáni Þórði Snæbjarnarson, limi í vinnumálanevndini í Altinginum, skal lógin tryggja, at fólk kunnu leiga sín fasta bústað út til stutttíðarendamál, uttan at tað rakar bústaðarmarknaðin.

 

Forðingar fyri vinnuligari stutttíðarleigu

Forðingar verða settar fyri vinnuligari stutttíðarleigu, eitt nú við íbúðarhotellum, sum síggjast serliga aftur í Reykjavík. Higartil hava slík loyvi verið galdandi í óavmarkaða tíð, men nú verða tey avmarkað til fimm ár, og kunnu bert endurnýggjast, um virksemið er staðsett í økjum, sum eru ætlað til vinnu - og ikki bústað.

Hjá privatfólki verður framvegis loyvt at leiga út til stutttíðarleigu í mesta lagi 90 dagar um árið, og forvinna upp til tvær milliónir íslendskar krónur í leiguinntøkum, sum svara til góðar 100.000 krónur í okkara peningi. Eisini verður loyvt at leiga út ein annan bústað uttan fyri býirnar, til dømis summarhús.

Við nýggju lógini royna íslendsku myndugleikarnir at tryggja, at fleiri bústaðir verða tøkir til fastar búsetingar, heldur enn til stutttíðarleigu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221