Landsdysturin Føroyar-Kasakstan beinleiðis í Kringvarpinum

Landsdysturin Føroyar-Kasakstan beinleiðis í Kringvarpinum
Kringvarpið vísir dystin Føroyar-Kasakstan beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 17:45. Til ber ikki hjá føroyingum uttanlands at síggja dystin, men at lurta
Klokkan 17:45 í kvøld byrjar Kringvarpið at senda frá dystinum Føroyar-Kasakstan. Kringvarpið hevur ikki rættindi at vísa dystin við myndum á kvf.fo. Tó kann frásøgnin hoyrast uttanlands
Mynd: KvF  
 
11.10.2013 - 09:55

Klokkan 17:45 í kvøld byrjar sjónvarpið at senda frá A-landsdystinum í fótbólti hjá monnum millum Føroyar og Kasakstan, sum verður spældur á Tórsvølli.

Kringvarpið fær regluliga fyrispurningar fra føroyingum, ið eru staddir uttanlands, um til ber at síggja landsdystirnar beinleiðis á kvf.fo. Tíverri kann dysturin ikki vísast uttanfyri landoddarnar.

Orsøkin er, at Kringvarpið ikki hevur rættindi at stroyma landsdystirnar hjá A-landsliðnum í fótbólti hjá monnum uttanfyri føroysku landoddarnar beinleiðis við myndum á kvf.fo.

Til ber sjálvandi at hoyra dystin beinleiðis í netvarpinum á kvf.fo, tí útvarpið fer eisini at siga frá dystinum. Útvarpið byrjar at senda klokkan 16:03, og tú kanst lurta beinleiðis her: Útvarpið | Beinleiðis (letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363