Skuldi verið treyt at føroysk virki eisini skulu kunna bjóða

Skuldi verið treyt at føroysk virki eisini skulu kunna bjóða
- Tað er ikki nakar trupulleiki, at makrelurin skal yvir norska uppboðssølu. Tað skuldi tó verið ein treyt, at føroysk virki eisini skulu kunnu bjóða upp á makrelin
Føroysk skip, sum royna eftir makreli í Norra, skulu selja fiskin gjøgnum norsku uppboðssøluna.
 
16.07.2024 - 16:56

Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði.

Føroyar hava gjørt avtalu við Norra um at kunnu fiska 35.191 tons, tað sum svarar til 40 prosent av føroysku makrelkvotuni, í norskum sjógvi.

Ein treyt er tó, at makrelurin skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag, sum er norska uppboðssølan. 

Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos.
 

Føroyar høvdu fyri nøkrum árum síðani eisini avtalu um at fiska makrel í norskum sjógvi, og tá var sama treyt galdandi, at tað skuldi yvir norsku uppboðssøluna.
 

Johan_P


Pelagos í Fuglafirði hevur gjørt viðmerking til kunngerðina, sum Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú ætlar at broyta, so at til ber hjá føroyskum skipum at fiska makrel í norskum sjógvi.

Ummælisfreistin til kunngerðabroytingina er í dag.
 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 

Neyðugt er at broyta kunngerðina, sum krevur, at føroysk skip skulu landa og avreiða allan fisk í Føroyum.

Avtalað er við Norra, at í mesta lagi 12 føroysk skip kunnu royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn. 

Tí er í uppskotinum um kunngerð áseting um, hvussu gjørt verður, um fleiri enn 12 skip søkja Vørn um loyvi at fiska makrel í norskum sjógvi.  

Eru fleiri enn 12 umsóknir, verður lutakast millum tær at fáa ein lista, har raðfylgjan at sleppa í norskan sjógv er ásett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040