Demokratar stúra fyri at tapa valið, um Biden stillar upp

Demokratar stúra fyri at tapa valið, um Biden stillar upp
Ávaringarar rína tó ikki við forsetan, sum heldur fast um, at hann er valevni hjá demokratiska flokkinum
Chuck Schumer úr demokratiska flokkinum er leiðari í senatinum í Washington.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.07.2024 - 08:36

Demokratarnir kunnu vænta at missa valdið í kongressini, um Joe Biden verður valevni hjá flokkinum á forsetavalinum í novembur.

Tað ávara tey, sum eru í ovastu leiðsluni hjá demokratunum um, sambært blaðnum Washington Post og fleiri øðrum amerikonskum miðlum.

Leiðararnir hjá demokratunum í umboðsmannatinginum og í senatinum, Hakeem Jeffries og Chuck Schumer, hava gjørt Biden greitt, at heldur hann fram sum forsetavalevni, noyðast demokratarnir helst at lata republikanska flokkinum valdið í báðum tingdeildum.

Sambært CNN hevur eisini fyrrverandi forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, sagt Joe Biden, at fleiri meiningakanningar vísa, at tað verður at kalla ógjørligt hjá demokratunum at vinna valið, um hann heldur fram.

Sambært einum talsfólki í Hvítu Húsunum heldur Joe Biden tó fast um, at hann framvegis er valevnið hjá flokkinum.

 

Biden ætlar sær at vinna

- Forsetin hevur greitt leiðarunum í kongressini frá, at hann er valevni hjá demokratiska flokkinum. Hann ætlar sær at vinna valið, og hann gleðir seg til at samstarva við tey, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Andrew Bates.

81 ára gamli Joe Biden hevur fingið koronu, hava tey boðað frá úr Hvítu Húsunum.

Hann er farin í sóttarhald, og hevur fingið heilivágin Paxlovid, sum skuldi minkað um vandan fyri álvarsligari sjúku hjá fólki, sum eru í øktum vanda at gerast sjúk, millum annað hjá gomlum fólki.

Joe Biden er koppsettur og hevur fyrr havt koronu, tað var í 2022.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018