Fleiri hundrað túsund stuðla Watson

Fleiri hundrað túsund stuðla Watson
400.000 fólk hava skrivað undir áheitan um at lata leysan Paul Watson, sum er í varðhaldi í Nuuk
John Paul Dejoria liggur nú nakað sunnan fyri Nuuk. 24 fólk eru við.
 
24.07.2024 - 07:46

400.000 fólk hava skrivað undir áheitan um at lata leysan Paul Watson, sum er í varðhaldi í Nuuk.

Fólkini hjá Paul Watson hava á heimasíðuni hjá Captain Paul Watson Foundation skrivað eitt bræv á enskum til danska løgmálaráðið, har mælt verður frá at lata Japan Paul Watson.

Fólk skulu bara seta navn sítt undir og senda brævið til Løgmálaráðið sum teldupost.

Fólk vera eisini biðin um at samskipa mótmæli á donskum sendiráðum og lata peningaligan stuðul til royndina at fáa Watson leysan.

Paul Watson var handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum sunnudagin.

Hann er varðhaldsfongslaður har til 15. august.

Tann úrskurðin hevur landsrætturin í Grønlandi staðfest.

Danska løgmálaráðið ger av, um Paul Watson skal útflýggjast til Japans.

Skipið hjá Paul Watson, John Paul DeJoria, liggur nú fyri akker sunnan fyri Nuuk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221