Betrideildin rullar aftur: Hetta siga viðhaldsfólkini nú (seinni partur)

Betrideildin rullar aftur: Hetta siga viðhaldsfólkini nú (seinni partur)
Seinna hálva av fótbóltslandskappingini við monnum byrjar aftur. Her siga viðhaldsfólk sína hugsan um avrikini í fyrru hálvu, og tey hyggja eisini í glaskúluna
 
04.08.2024 - 17:03

 

Hví liggja vit her, sum vit liggja? Tað er kenslan, sum EB/Streyms-fjeppari hevur aftaná fyrru hálvu av landskappingini. Í nógvum førum, tá liðið hevur tapt, hevur talan verið um marginalar, ið fella skeiva vegin. Tó vil eg siga, at liðið hevur spælt væl, og sum kappingin hevur háttað seg, ivist eg ikki í, at EB/Streymur kemur at yvirliva í bestu deildini. Av teimum 11 dystunum, ið eftir eru, hevur EB/Streymur átta á heimavølli. Hetta eigur at verða grundarlagið undir neyðugu stigunum. Yvirliva teir, koma vit heilt víst at síggja eitt sterkari EB/Streyms-lið í 2025.  

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg? 

Eftir mínari meting hevur venjaratoymið klárað seg væl. Onkur kundi hugt at stigatalvuni og spurt, hvussu mann kann siga so, tá liðið er í botnstríðnum, men mann má eisini vera realist. Liðið hevur ein av lægstu miðalaldrunum í deildini - um ikki hin lægsta. Fleiri ungir verða spældir inn á liðið, og teir lokalu fáa regluliga spælitíð. Av teimum 11, ið hava leikt flestar dystir í ár, eru bert tveir leikarar yvir 22 ár. Hetta er lovandi fyri framtíðina, um venjaratoymið megnar at halda liðnum uppi í bestu deildini, tá árið er av.  

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri?  

Nógvir um boðið, men tað verður okkara lokali Virgar Jónsson. Ungi vinstri bakkurin hevur verið ein fongur fyri EB/Streym í ár. Boubacar Dabo má gera meir. Hann var óheppin og bleiv skaddur tíðliga í ár, og tað hevur merkt kappingarárið, men hann skoraði avgerandi málið síðsta dyst, so vónandi finnur hann formin og ger nøkur mál í seinnu hálvu.  

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil?  

Har má tað eisini vera okkara lokali Virgar Jónsson. Ungi leikarin, ið júst er vorðin 18 ár, hevur spælt seg fastan á EB/Streyms-liðið í ár og hevur eftir mínum tykki verið tann, ið hevur imponerað mest sammett við væntanirnar. Virgar hevur sum vinstri bakkur verið stinnur í verjupartinum, lagt upp til mál og skotið mál frameftir.  

 

Knappar metingar 

Karakterur til EB/Streym (10 er best, 1 ringast): 6  
Vit enda nummar?
Topp fýra? Víkingur, KÍ, HB og NSÍ  
Niðurflytingarpláss? Skála og ÍF

 

 

Fyrra hálva hevur verið so sum so. Higartil hevur árið verið merkt av, at hópurin ikki sær út til at hava funnið stevið í álopspartinum. Fleiri dystir hava verið javnir, og vit hava verið við, men tá alt er komið til stykkis, hava vit ikki verið nóg góðir. Kortini hevur tað verið nóg mikið higartil. Hini feløgini, vit kappast við um at sleppa undan niðurflyting, hava heldur ikki klárað seg nóg væl. Tí er B68 enn við og hevur nógv eftir at spæla fyri í seinnu hálvu av kappingarárinum.  

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg? 

Jákup á Borg heldur fram við at klára seg nøkunlunda við teimum miðlum, hann hevur. Felagið hevur ikki nógvar pengar at virka fyri, so tað er trupult at styrkja um liðið. Tí hevur Jákup verið noyddur til at fáa tað besta burtur úr teimum, sum leika við. Hetta arbeiðið hevur verið nøktandi, og tað er trupult at ímynda sær, at ein annar venjari hevði fingið meir burtur úr liðinum. 

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Hjá B68 er tað Ragnar Samuelsen, ið hevur imponerað meg mest. Hann hevur tikið seg nógv fram frá í fjør og er blivin ein lyklaleikari á Svangaskarði.

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil? 

Tann spælarin, sum hevur imponerað meg mest í Betrideildini yvirhøvur, er Hanus Sørensen. Fólk vóru skeptisk um, at hann nú skuldi vera miðvallari heldur enn bakkur, men Hanus hevur eftir mínum tykki verið heilt framúr í ár.  


Fólk høvdu hug at finnast at, tá Hanus Sørensen, her á landsliðnum ímóti Kekkia, varð fluttur fram á HB-miðvøllin, men hann hevur spælt sera væl undir Adolfo Sormani. MYND: Hans Erik Danielsen / FSF 

 

Knappar metingar 

Karakterur til B68:
Vit enda nummar? 7  
Topp fýra? Víkingur, KÍ, HB og NSÍ
Niðurflytingarpláss? Skála og ÍF 

 

 

Tað hevur ikki gingið sum ætlað ella væntað, og so at siga alt, sum kann ganga ímóti, hevur gingið ímóti. ÍF hevur tapt sjey dystir við einum máli, og eg meti, at ÍF átti betri úrtøku burtur úr fleiri av dystunum. Hesa meting eri eg ikki einsamallur um. Sambært uppgerð á Bolt.fo ‘átti’ ÍF at havt umleið 15 stig. Hetta fáa vit tó ikki brúkt til so nógv, tí talvan lýgur ikki, men eg haldi ikki, at ÍF er eitt lið, sum bara átti at havt trý stig eftir 16 dystum. 

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg? 

Venjarin var skiftur út, og tí er trupult at meta um heildina. Síðan núverandi venjaratoymið kom, er eisini ein spælistílsbroyting hend. Tað sær gott út summar tíðir, men dystir verða ikki vunnir, og mótstøðan skapar lutfalsliga fáar málmøguleikar fyri hvørt mál. Liðið er tó væl skipað, arbeiðir væl og til tíðir er spælið eisini nøktandi. Eg hugsi tí, at venjaraavrikið er umleið miðal - tað kundi lættliga verið yvir miðal, um fleiri stig vóru komin á bók. 

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Í álopsspælinum haldi eg, at Jhon Mena hevur verið besti leikarin. So at siga allar vandamiklar støður eru komnar við honum í miðdeplinum. Tað er trupult at seta fingurin á hugburðin, men ÍF letur ov nógv mál ígjøgnum í mun til møguleikar ímóti, so tað má bøtast um kollektivt. 

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil?  

Viðvíkjandi tí, eg væntaði áðrenn kappingarbyrjan, so hevur Áki D. Samuelsen hjá HB imponerað mest. Onkur annar leikari hevur møguliga verið betri, men Áki hevur veruliga fingið eitt gjøgnumbrot. 

 

Knappar metingar 

Karakterur til ÍF:
Vit enda nummar?
Topp fýra? HB, Víkingur, KÍ og B36 
Niðurflytingarpláss? B68

 

 

Fyrra hálva hevur verið á eini góðari leið. Vit hava 14 stig eftir 16 dystum. Stigini eru komin ímóti liðum á niðaru hálvu sum væntað, meðan tað hevur verið trupult ímóti toppliðunum. Fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna er gott, serliga tá høvðusmálið er at halda sær í deildini. Tá tað er sagt, kundi tað sæð betri út, tá tað leingi lá í luftini, at Skála ikki bleiv partur av niðurflytingarstríðnum. Men við bert fýra stigum seinastu átta dystirnar er tað blivið í so stutt til niðurflyingarstrikuna. Sum heild ein fín fyrra hálva. 

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg? 

Venjaratoymið hevur saman við liðnum klárað seg væl. Skála-liðið arbeiðir gróthart og standa væl á vøllinum – og hava eisini megnað at fingið stig á kontuna. Í 2020 og 2022 var Skála eisini í bestu deildini. Tey árini vunnu teir bara ein dyst alt kappingarárið. Nú hava vit vunnið fýra dystir av teimum fyrstu 16, so liðið klárar seg væl betur enn áður. Tó hava seinastu dystirnir ikki verið eins sannførandi, so okkurt er at arbeiða við til seinnu hálvu. 

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Tað er torført at siga, hvør hevur verið besti leikari hjá Skála í ár. Ongin hevur orduliga skarað framúr. Tá stigini eru komin, hevur tað verið liðið, sum hevur avrikað og spælt væl saman. Skála hevur havt tveir útlendingar í hópinum. Teir hava klárað seg fínt, men ein kann gott vænta eitt sindur meir frá teimum, serliga tá talan er um leikarar, sum koma til Føroya at spæla fótbólt. 

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil?

Fleiri leikarar hava spælt væl í ár. Ein, sum eg havi sæð nakrar dystir hjá í ár og ikki kendi nógv til, er Ejvind Restorff Mouritsen hjá HB. Hann er komin inn á miðvøllin hjá HB. Hann er tekniskt dugnaligur og róligur á bóltinum. Helst tann, sum hevur imponerað meg mest.  

 

Knappar metingar 

Karakterur til Skála:
Vit enda nummar?
Topp fýra? Víkingur, HB, KÍ, B36 
Niðurflytingarpláss? EB/Streymur og ÍF 

 

 

NSÍ hevur ordiliga meldað seg inn aftur í bestu deildina. Tað telur nógv at vinna allar dystirnar ímóti liðunum á niðaru hálvuni. Hartil var sigurin á B36 í 5. umfari ógvuliga týdningarmikil, tí tá vísti NSÍ, at liðið kundi spæla við um evropeisku plássini. NSÍ hevur spælt fleiri heilt góðar dystir ímóti topp trý, men tað hevur ikki givið stig enn. Tað hevur tó verið nær við, og eingin dystur er taptur við meira enn tveimum málum. Alt í alt væl meira enn góðtikið.  

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg?  

Jens Wedeborg hevur gjørt eitt gott arbeiði sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Hann hevur eisini eitt gott toymi rundan um seg. Um hann megnar at fáa NSÍ í Evropa sum uppflytari, er tað sera flott klárað.  

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Petur Knudsen hevur verið besti spælarin hjá NSÍ higartil í ár. Hann fær nógv mál og hevur nógv upplegg. Hann dregur eisini ofta fleiri verjuspælarar til sín, so tað gevur pláss til aðrar. Hartil hava Steffan Løkin og Beinir Nolsøe markerað seg væl. Um vit skulu heilt upp at kappast við topp trý, skulu etableraðir menn sum Klæmint A. Olsen og Betuel Hansen seta seg meira á toppdystirnar.  


Petur Knudsen hevur gjørt júst tað, sum hann var keyptur aftur til NSÍ at gera; Mál og upplegg í hópatali. MYND: Hans Erik Danielsen / FSF

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil? 

Tað kemur at standa millum Petur Knudsen, Áka D. Samuelsen og Poul Kallsberg.  

 

Knappar metingar

Karakterur til NSÍ:
Vit enda nummar?
Topp fýra? Víkingur, KÍ, HB og NSÍ 
Niðurflytingarpláss? ÍF og B68

 

LES EISINI: Betrideildin rullar aftur: Hetta siga viðhaldsfólkini nú (fyrri partur)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221