Nógv rok um einki: Rúsevni vístu seg at vera sandur

Nógv rok um einki: Rúsevni vístu seg at vera sandur
Nógv bleiv gjørt burturúr, tá ein bátur í Høfn í Íslandi kom undir illgruna fyri at smugla rúsevni. Men tað, sum løgreglan helt møguliga vóru rúsevni, vísti seg at vera sandur
Nógv bleiv gjørt burturúr, at hesin skjóttgangandi báturin skuldi vera komin úr Føroyum til Íslands fullur av rúsevnum
 
10.08.2024 - 12:42

Tað var sandur og ikki rúsevnir, sum vóru umborð á skjóttgangandi bátinum, sum varð tikin við eitt eftirlit í íslendska býnum Høfn í Hornafirði fyrradagin. Tað skrivar íslendska kringvarpið á heimasíðu síni.

Tá báturin, sum hevði verið inni í Føroyum á leiðini til Íslands, legði at í Høfn fyrradagin, komu tollarar umborð og teir fingu illgruna til tveir pakkar, sum vigaðu um 100 kilo tilsamans.

Nógv varð gjørt burturúr, tí umframt at menninir báðir, sum vóru við bátinum, vóru handtiknir, helt løgreglan vakt við bátin alla fríggjanáttina og tyrla fleyg eisini yvir økinum ein part av tíðini.

Málið var eisini nevnt í øllum íslendskum miðlum í gjár, men tað skuldi vísa seg at vera púra óneyðugt. Tí tá til stykkis kom var tað bara sandur, sum var í pakkunum, sum løgreglan fór avstað við. Tað skrivar RUV á heimasíðu síni seinnapartin í gjár.

Íslendsku miðlarnir gjørdu nokkso fitt burturúr, at báturin kom úr Føroyum til Íslands, og tað sæst eisini á heimasíðuni Marine Traffic. Báturin var á Vestmanna, áðrenn hann legði leiðina til Íslands, men talan er um ein skjóttgangandi bát, sum gongur umleið 30 míl um tíman, og sum er skrásettur í Svøríki. Báturin hevur eftir øllum at døma tætt samband við Ísland, tí hann eitur Ormurinn Langi, stavað við íslendska stavingarmátanum við tveimum n-um í fyrra navninum.

Menninir báðir, sum vórðu handtiknir, tá báturin kom til Íslands, vórðu leyslætnir seinnapartin í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763