Streymurin er góður, so tað eru líkindi fyri góðum útróðri

Streymurin er góður, so tað eru líkindi fyri góðum útróðri
Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðrarfiski nú í vikuni, nú streymurin er góður, og veðrið eisini er gott, fyri tað mesta
Savnsmynd
 
12.08.2024 - 09:16

Upsafiskaríið hjá partrolarunum er framvegis brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. 

Bæði ísfiskalínuskipini liggja enn.  

Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønland. 

Skipini fáa tosk, longu og brosmu. 

Fimm frystilínuskip liggja.

 

Góður streymur

Streymurin er góður, og veðrið verður eisini gott fyri tað mesta, so Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðrarfiski nú í vikuni. 

Møguliga fer onkur útróðrarbátur á Føroya banka.

Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, og tveir fiska tosk á Íslandsrygginum. 

Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

 

Trolbátarnir fiska tosk og hýsu

Tveir trolbátar eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og nakað av flatfiski. 

Tríggir trolbátar eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Tey hava smáligt fiskarí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542