Oasis endurstovnaður

Oasis endurstovnaður
Heimskendi, illa gitni og legendariski enski rokkbólkurin Oasis úr Manchester er endurstovnaður - í eina løtu - og fer at spæla konsertir næsta ár
Oasis frá døgunum, tá bólkurin enn spældi. Síðani 2009 hava teir ikki spælt saman, men í 2025 fara teir aftur at spæla konsertir
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
27.08.2024 - 08:50

Oasis- og tónleikafjepparar um allan heimin hava hildið ondini í spenningi seinasta samdøgrið, tí tað hevur gingið sum rótasúpan, at legendariski enski rokkbólkurin úr Manchester fór at blíva endurstovnaður.

Nú er tað so staðfest. 

Oasis er endurstovnaður - í eina løtu í øllum førum - og fer at fer at spæla konsertir í 2025. Hetta skrivar bólkurin á heimasíðusíðu sínari. 

 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Oasis (@oasis)

 

Oasis fer at spæla 10 stórar stadionkonsertir á Wembley í London, umframt at teir eisini fara at spæla fleiri konsertir á Heaton Park í heimbýnum Manchester. Men ætlanin er eisini at vitja í Dublin, Edinburg og Cardiff. 

Sambært yvirlitinum á heimasíðuni hjá Oasis, so verða konsertirnar hesar.

  • Cardiff Principality Stadium - 4. / 5. juli
  • Manchester Heaton Park - 11. / 12. / 19. / 20. juli
  • London Wembley Stadium - 25. / 26. juli & 2. / 3. August
  • Edinburgh Scottish Gas Murrayfield Stadium - 8. / 9. august
  • Dublin Croke Park - 16. / 17. August

 

Arvafíggindar

Oasis-beiggjarnir, Liam og Noel Gallagher, hava annars verið arvafíggingdar og spilt hvønn annan út í samrøðum og á sosialum miðlum bæði áðrenn og eftir at bólkurin fór í upploysn í 2009. 

Tí hevur tað kenst lítið sannlíkt, at Oasis, ið hevur sett risahitt sum "Don't Look Back in Anger" og 'Wonderwall' í verðina, nakrantíð fór at blíva endurstovnaður. 

Men okkurt bendir á, at brøðurnir er vorðnir vaksnir og hava jarða stríðsøksirnar. Hví? Ja, tað verður tað spekulerað nógv um í hesum tímum. Eru tað pengarnir? Er tað umtalan?

Sjálvur skrivar bólkurin á heimasíðuni: 

"The guns have fallen silent.
The stars have aligned.
The great wait is over.
Come see.
It will not be televised."

Uttan mun til motivið, so kunnu Oasis-fjepparar fegnast um møguleikan at uppliva legendariska rokkbólkin. 

Um tú hevur hug at kava niður í tónleikin hjá Oasis, so er Spotify eitt gott mið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693