Vánaligasta kynsbýtið er í nevndum og ráðum undir Fiskimálaráðnum

Vánaligasta kynsbýtið er í nevndum og ráðum undir Fiskimálaráðnum
Javnstøðunevndin hevur gjørt yvirlit um kynsbýtið í teimum 139 nevndunum og ráðunum hjá teimum níggju aðalráðunum
Í nevndum og ráðum undir Fiski- og Samferðslumálaráðnum vóru bara seks kvinnur í fjør, stendur í frágreiðingini frá Javnstøðunevndini.
 
30.08.2024 - 08:44

Kynsbýtið í almennum nevndum og ráðum var vánaligast í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum í fjør.

Har vóru bara seks kvinnur í 23 sessum. Tað eru 26 prosent.

Í ársfrágreiðingini hjá Javnstøðunevndini fyri 2023 er yvirlit um kynsbýtið í teimum 139 nevndunum og ráðunum hjá teimum níggju aðalráðunum.

Javnasta býtið er í Almanna- og Mentamálaráðnum.

Har eru 134 sessir. Kvinnurnar hava 62 teirra, ella 46 prosent.

Heilsumálaráðið og Barna- og Útbúgvingarmálaráðið eru beint undir við ávikavist 45 og 44 prosentum.

Talan er um 714 nevndarsessir.

Kvinnur eru í 280 teirra. Tað er 39,2 prosent.

Fimm aðalráð eru undir tí prosenttalinum.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053