Elias og Tóra best umtóktu nøvn í 2023

Elias og Tóra best umtóktu nøvn í 2023
Seinastu10 árini hava lutfalsliga fleiri gentur enn dreingir verið einnevndar í árganginum 2023 
 
02.09.2024 - 17:16

Elias og Brandur væl umtókt
Elias var best umtókta navnið hjá dreingjum føddir í 2023. Ellivu dreingir fingu navnið Elias. Næstbest umtókt var navnið Brandur, sum tíggju dreingir vórðu nevndir í 2023. Tað skula vanliga fleiri til enn fimm við sama navni fyri at enda ovast á listanum fyri best umtókta navn. Nøvnini Elias og Brandur vóru sostatt serliga væl umtókt í fjør, skrivar Hagstovan.

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Liam, Nóa, Martin og Jákup. Fleiri nýggj dreingjanøvn eu komin á listan síðani 1985, av teimum vera Silas, Nóa, Jónatan, Liam og Bragi nógv nýtt nú á døgum. Navnið Grettir var á fyrsta sinni givið nýføddum dreingjum í 2023.

Tilsamans 312 dreingir vóru føddir í 2023. Um 60 prosent av teimum vóru einnevndir í árganginum. Fýra dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn, skrivar Hagstovan.

ra ovast á listanum

Hjá gentum er Tóra best umtókta navn á nýføddum gentum, - og tað er fyrstu fer síðani 1985. Fimm av teimum 262 gentunum, sum vóru føddar í 2023, fingu navnið Tóra. Næstbest umtóktu gentunøvnini vóru Lív, Lilja, Olivia, Marta, Bjarta, Sólja og Isabella. Av teimum hevur Lív verið best umtókt gjøgnum árini. 121 gentur hava fingið navnið Lív síðan 1985. Hinvegin er Isabella eitt av nýggjaru nøvnunum, sum er vorðið alsamt betri umtókt seinstu árini.

Triðjbest umtóktu gentunøvnini vóru heili 25 í tali. Anna, Rakul, Hanna og Eva er millum tey vælkendu nøvnini, meðan nøvnini Svala, Nóra, Luna og Rán eru gentunøvn, sum eru komin við á listan seinastu trý árini. Fleiri nýggj gentunøvn eu komin á listan síðan 1985, og nøkur teirra eru eru nógv brúkt nú á døgum, - tey eru Ró, Emilia, Ranja, Brá, Vón og Ria. Navnið Bianka var á fyrsta sinni givið nýføddum gentum í 2023.

Um 70 prosent av teimum 262 gentunum, sum vóru føddar í fjør, vóru einnevndar í árganginum. Síðstu 10 árini hava lutfalsliga fleiri gentur enn dreingir verið einnevndar í árganginum. 

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin fyri 2023 gjørd eftir 1. juli, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459