Svimjisambandið vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu

Svimjisambandið vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu
Svimjifrálæra verður á breddanum hin 18. til 20. oktober
 
07.09.2024 - 18:31

Í døgunum 18. til 20. oktobur verður Svimjisambandið vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu um svimjifrálæru.

Stevnan, sum er annaðhvørt ár og skiftir millum norðurlondini, verður í Norðurlandahúsinum og Svimjihøllini í Gundadali.

Ráðstevnan vendir sær til svimjivenjarar og -lærarar í Føroyum og uttanlands, sum vilja dagføra seg um, hvussu best er at læra fólk at svimja.

Síðst, ráðstevnan var í Føroyum, var í 2012, tá ið eini 170 fólk vóru við til tríggjar áhugaverdar dagar í somu hølum sum hesa ferð.

Svimjisambandið ivast tó í, um so nógv fólk fara at koma hesa ferð, eftir at stevnurnar í bæði 2020 og 2022 vóru avlýstar vegna koronu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167